Einans tvær kappingar farnar framvið, og Føroyar eru longu ájavnt við besta úrslit nakrantíð. Silvur til Kára J. á Høvdanum :-)

From NJSC 1. session

50 rygg. Vinnari er geil 4 úr Svøríki, Lovisa Ericsson. Fyrsti norðurlendski juniormeistari á 2007 !

From NJSC 1. session

Dómararnir hava marsjerað inn, næstformaðurin í ÍSF tosar, og kappingin er um at byrja. Fyrstu myndir verða klárar til tykkum um eina løtu.

From NJSC 1. session

Hendan heimasíðan vísti bara eini ‘no database connection’ boð, tá ið eg vitjaði hana í morgun. Og sambært hagtølunum sær tað út til at hon hevur verið niðri alla nátt, eftir at hava fingið rættiliga nógvar vitjanir.

Dugg

(mynd frá heimasíðuhagtølunum)

Orsaka tit øll, men nú stúri eg fyri at hetta verður ikki seinasta krasj komandi vikuskifti, eftir sum tað sær út til at heimasíðuvertur okkara køvir heimasíðuna tá ið vitjanirnar verða ov nógvar.

Tit burdu tí heldur goymt tykkum niðanfyri standandi leinki til eyka heimasíður viðvíkjandi NJM, ífall at hendan høvuðsheimasíðan krasjar aftur:

Tað hevur verið rættað rættiliga dúgliga í startlistanum til nú, og viðfest er tí ein nýggj útgáva:

competitor-list-event-1-38-2.txt

competitor-list-event-1-38-2.html

Viðfest er fyrsta útgáva av NJM startlistanum.

competitor-list-event-1-38.txt

competitor-list-event-1-38.html

Tað er nú greitt at tilsamans 89 svimjarar fara at luttaka á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2007, úr øllum limalondum hjá Norðurlendska Svimjisambandinum:

  • Danmark: 8 gentur og 8 dreingir
  • Svøríki: 8 gentur og 8 dreingir
  • Noreg: 6 gentur og 6 dreingir
  • Ísland: 5 gentur og 5 dreingir
  • Finnland: 8 gentur og 8 dreingir
  • Estland: 4 gentur og 4 dreingir
  • Føroyar: 6 gentur og 5 dreingir

Tilsamans 45 gentur og 44 dreingir. Freistin fyri endaligar tilmeldingar er 24. november, og verður startlistin klárur her so skjótt sum gjørligt eftir tað.

Viðfestu pdf-skjøl eru í dag send í telduposti til luttakandi lond og norðurlendska svimjisambandinum:

Gev gætur! Har var ein feilur í Final Entry Form, og tað skjalið er tí skift út við eini nýggjari útgávu.

Ikki akkurát í dag, og eg varð tí noyddur at ‘tweak’a skipanina eitt sindur :-)

(veruliga dagfesting var 25. august)