Karmar

Norðurlendska juniormeistarastevnan í svimjing verður í ár í Føroyum, frá 1. desember til 2. desember 2007.

Kappast verður í svimjihøllini í Gundadali. Har er ein 25 metra hylur við 6 geilum og elektroniskari tíðtaking, umframt at høllin hevur ein 13 x 11,5 metrar kavingarhyl, ein grunnan 11 x 10 meter skúlahyl, ein enn grynri 6 x 5,5 meter metrar hyl, boblubað og sauna. Hygg at 360º myndum á heimasíðuni hjá svimjihøllini.

Luttakandi lond eru Danmark, Svøríki, Noregi, Finnland, Ísland, Estland og Føroyar. ‘Juniorar’ eru gentur sum fylla 14 ella 15 í hesum kalendaraári, og dreingir sum fylla 16 ella 17. Fyri 2007 merkir hetta at luttakararnir eru gentur føddar ár 1992 ella 1993, og dreingir føddir ár 1990 ella 1991.

Svimjisamband Føroya hevur ábyrgd fyri at hýsa og fyriskipa meistarastevnuna í ár. Hesi trý eru sett at taka sær av sjálvari fyriskipanini:

  • Ninna R. Ørvarodd hjá Ítróttarsambandi Føroya (offisiellur kontaktpersónur)
  • Evald Rasmussen, altjóða høvuðsdómari (skipar fyri stevnu og uppihald)
  • Rókur í Jákupsstovu, útbúgvin svimjivenjari (heimasíða, innbjóðing o.t.)

Tey arbeiða í tøttum samstarvi við starvsnevndina hjá Svimjisambandi Føroya:

  • Palli Ziskason, formaður
  • Helgi á Fløtti, skrivari
  • Oluffa á Høvdanum, kassameistari

Og aftan leiktjøld hjálpir ein rúgva av fólki við smærri og størri uppgávum: Sigurð L. Lamhauge, Jón Hestoy, Bartal Højgaard, Ásmund Joensen, Ottar í Hjøllum, Dan Hjelm, Petur Heðin á Fløtti …