Hendan heimasíðan vísti bara eini ‘no database connection’ boð, tá ið eg vitjaði hana í morgun. Og sambært hagtølunum sær tað út til at hon hevur verið niðri alla nátt, eftir at hava fingið rættiliga nógvar vitjanir.
(mynd frá heimasíðuhagtølunum)
Orsaka tit øll, men nú stúri eg fyri at hetta verður ikki seinasta krasj komandi vikuskifti, eftir sum tað sær út til at heimasíðuvertur okkara køvir heimasíðuna tá ið vitjanirnar verða ov nógvar.
Tit burdu tí heldur goymt tykkum niðanfyri standandi leinki til eyka heimasíður viðvíkjandi NJM, ífall at hendan høvuðsheimasíðan krasjar aftur:
- http://livetiming.se/index.php?cid=62 (skrá og úrslit)
- http://picasaweb.google.com/njsc2007 (myndir)
- http://www.youtube.com/profile?user=njsc2007 (video)